Kjak skal til

Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur, at kjakið um ferðslutrygd skal til. Men hann harmast um, at tað bert er, tá vanlukkur henda

Kjakið um rættar mannangongdir og ferðslutrygd, sum heild, sum ofta kemur í kjalarvørrinum av eini ferðsluvanlukku, skal til, heldur leiðarin fyri Ferðslutrygd, Jón Kragesteen.
Men hann skilur samstundis væl, at tað eru summi, sum kenna seg stoytt av stórum myndum av bilvrakum og kjakinum um mannagongdir og annað.
Jón sigur seg í prinsippinum onki hava ímóti kjakinum, men hann harmast um, at tað bert er, tá ein vanlukka er hend og so nakrar dagar eftir tað.
? Einar tveir tríggjar dagar, so er kjakið burturaftur inntil næstu ferð. Tað er harmiligt, sigur Jón.
Kjakið átti at verið frammi allatíðina heldur hann, so at tað fyribyrgjandi arbeiðið verður fylgt upp allatíðina.
Jón trýr uppá, at kjak og myndir og so framvegis hevur eina ávísa fyribyrgjandi megi, men hann dugir kortini væl at síggja hvørja ávirkan tað hevur á tey, sum hava mist.
? Tað stutta av tí langa er, at eg haldi, at lív skal haldast í hasum kjakinum, soleiðis at tað ikki bara blussar upp, tá ein ferðsluvanlukka hendir, og so er vekk aftur eftir fáum døgum, sigur Jón Kragesteen, leiðari fyri Ferðslutrygd.