Kjak- og kunningarkvøld um makrelin

Tiltakið verður í Perluni í Tórsgøtu í kvøld Í kvøld klokkan 19 skipar Norrøna Felagið í Føroyum fyri einum forvitnisligum kjak- og kunningakvøldi, har makrelur er evni.

Tað verða fiskifrøðingurin Jan Arge Jacobsen og Andrass Kristiansen, leiðari fyri Fiskivinnustovuna, sum fara at greiða frá hví og hvussu hetta fiskaslagið er vorðið eitt stríðsmál millum brøðratjóðir í Norðurhøvum.

Jan Arge Jacobsen fer at greiða frá teimum lívfrøðiligu orsøkunum til, at Føroyar og Ísland nú krevja at fáa ein størri part av kvotuni, meðan Andrass Kristiansen fer at greiða frá hvussu samráðingar um fiskikvotur ganga fyri seg, og hvørjar spælireglur eru galdandi kring samráðingarborðið. Eftir framløgurnar verður lagt upp til kjak um hvørjar politiskar avleiðingar hetta stríðið kann hava fyri Føroyar.

Kjak- og kunningakvøldið er alment og verður hildið í Perluni í Tórsgøtu í Havn, og byrjar klokkan 19 í kvøld.