Seinnapartin klokkan 15.05 verður aftur ein politisk sending á FM1, ið Árni Gregersen, journalistur og politiskur viðmerkjari reikar fyri.
Gestir í Rásarúminum í Krosslíð í vesturbýnum í Havn verða Rigmor Dam, løgtingskvinna hjá Javnaðarflokkinum og Christian Andreasen, ið er millum fremstu valevnini hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið 31. august.
Øll kunnu hoyra kjakið á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir á FM1 er FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Kjakið verður endursent á FM1 millum klokkan 20 og 21 í kvøld. Aftaná klokkan 21 ber til at hoyra kjakið á in.fo.











