Kjak: Hvussu langt leikbann til Suarez?

Fyrrverandi HM dómari heldur, at Luis Suarez skal hava langt leikbann

Fyrrverandi HM og Premier League dómarin, Graham Poll, skrivar í klummu í kvølda, at hann heldur at Luis Suarez skal verða leikbannaður í minsta lagi restina av HM endaspælinum.

 

Les eisini: Her bítur Suarez

 

Tað var í dystinum í kvøld móti Italia, at Luis Suarez beit italska verjuspælaran, Giorgio Chiellini. Dòmarin sá ikki hendingina og FIFA kann nú revsa Luis Suarez fyri hendingina. Støðan var 0-0, tá hendingin fór fram. Stutt seinni skortaði Uruguay til 1-0, sum gjørdist endaliga úrslitið.

 

Hvussu langt leikbann heldur tú, at Luis Suarez skal hava?

 

Hetta er triðju ferð, at Luis Suarez hevur bitið ein mótstøðuspælara. Hann gjørdi tað sum Ajax spælari stutt áðrenn hann skifti til Liverpool. Í Liverpool beit hann Branislav Ivanovic hjá Chelsea.

 

So er spurningurin, um tað er nokk at geva Luis Suarez leikbann fyri restina av HM endaspælinum. Skal hann hava longri leikbann enn tað?