Kjak: Chelsea sum meistari?

José Mourinho hevur fingið spælararnar hann vil hava

José Mourinho er venjari á øðrum ári á rað í Chelsea. Í fjør bleiv Chelsea nummar trý í Premier League, meðan teir komu í hálvfinaluna í Champions League.

 

Les eisini: Er Manchester United á rættari kós?

 

Tað eru trý øki á vøllinum, sum Chelsea í summar skuldi hava styrk. Á vinstra bakki, á framrættaða miðvøllinum og í álopinum. Serliga hevði José Mourinho trupulleikar í álopinum farna kappingarár, har ongin av Samuel Eto’o, Demba Ba ella Fernando Torres megnaði at sláa til.

 

Sendingin “Fótbóltspanelið” á Rás2 viðgerð Premier League fótbólt millum klokkan 15 og 17 hvønn fríggjadag

 

Tí var tað av stórum týdningi, at Chelsea fekk fatur á einum sterkum áleypara. Tað gjørdu teir í Diego Costa, sum bleiv keyptur úr Atletico Madrid. Somuleiðis úr Atletico Madrid er komin vinstri bakkurin Felipe Luís. Seinasta brikkurin í putslispælinum er óvæntaða keypið av fyrrverandi Arsenal liðskiparanum, Cesc Fabrégas, sum er komin úr FC Barcelona.

 

Við teimum trimum á liðnum tykist Chelsea av álvara hava bjóðað Manchester City av í stríðnum um meistaraheitið. José Mourinho niðurspældi eisini møguleikan hjá Chelsea farna kappingarár, men í ár hevur pípan fingið annað ljóð. Nú er London felagið avbjoðari um Premier League meistaraheitið.

 

Tanksførarin í Ferrari bili

 

Í fjør varð sagt, at José Mourinho var ein tanksførari, sum koyrdi Ferrari bilar. Meint á tann hátt, at José Mourinho dámar væl ein kropsliga sterkt lið, sum arbeiðir hart, meðan fleiri av spælararunum vóru tekniskir “luksusspælarar”.

 

In.fo fylgir Premier League 2014/2015

 

Innkeypini av Nemanja Matic, Diego Costa, Willian og Felipe Luis vísa eisini, at José Mourinho ætlar sær eitt kropsliga sterkt lið, har arbeiðismegin er í topp. Út eru farnir spælarar sum David Luiz og Juan Mata, sum ikki tykjast passa eins væl til spæliháttin hjá José Mourinho.

 

Eisini á málmanspostinum verður skift út. Farnu árini hevur Chelsea útleiga belgiska málverjan, Thibaut Courtois, til Atletico Madrid. Hann hevur havt trý framúr ár í málinum hjá spanska høvuðusstaðarliðnum. Somikið framúr, at Thibaut Courtois nú skal avloysa Petr Cech, sum hevur verið ein drúgvur tænari fyri Chelsea síðani 2004.

 

Premier League byrjar um vikuskiftið. Chelsea spælir í dag móti Burnley.

 

Veddingarfyritøkurnar meta, at Chelsea saman við Manchester City fer at stríðast um meistaraheitið. Kunnu José Mourinho og Chelsea koppa Manchester City á hesum sinni?

 

Flytingar í summar:

 

Inn:

Cesc Fabrégas (FC Barcelona - 280 milliónir krónur)

Diego Costa (Atletico Madrid - 300 milliónir krónur)

Felipe Luís (Atletico Madrid - 186 milliónir krónur)

Mario Pašalić (Hadjuk Split - 30 milliónir krónur)

Didier Drogba (Ókeypis)

 

Út:

David Luiz (PSG - 375 milliónir krónur)

Romelu Lukaku (Everton - 260 milliónir krónur)

Demba Ba (Besiktas - 45 milliónir krónur)

Patrick van Aanholt (Sunderland - 15 milliónir)

Samuel Eto'o (leyslatin)

Ashley Cole (leyslatin)

Frank Lampard (leyslatin)

Mark Schwartzer (leyslatin)

Henrique Hilario (leyslatin)

Sam Hutchinson (leyslatin)

 

Chelsea spælir í kvøld á útivølli móti Burnley.