Hví vóru veljarakanningarnar upp undir fólkatingsvalið so skeivar?
Tað er spurningurin, tey fara at viðgera í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag.
Tey, sum fara at kjakast um evnið, eru Alfred Olsen, formaður í Sambandsflokkinum á tingi, Sólvit Nolsø, formaður í Havnar Framburðsfelag, sum er lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn, og valevni hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið, og Jógvan Mørkøre, valgranskari.
Óli Beckmann, sum skipar fyri kjakinum, undrast á, at tað var so langt ímillum vanligu fatanina um, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin lættliga fóru at vinna sessin aftur í Fólkatingi, men so brádliga, nakrar fáar dagar fyri valið, broyttist kanningar, og nú var Tjóðveldi við í kappingini.
Hann heldur, at tað var áhugavert at síggja, hvussu Sambandsflokkurin lá á odda, heilt til málstrikuna valkvøldið.
Síðani valið hevur eisini nógv verið prátað um niðurbræðingina hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni, serliga í høvuðstaðnum.
- Ein orsøk til fallið hjá Sambandinum liggur í tí brølara, Johan Dahl gjørdi við at krevja, at nýggja nevndin koyrdi Magna Arge frá sum stjóra í Atlantsflog. Magni rendi innaftur í Sambandið nú tvey ár senni, og fekk Sambandsflokkin at rapa sum eitt korthús.
Spurningurin er eisini um tað ber til at brúka fólkatingsvalið til at meta um, hvussu gongdin verður á næsta løgtingsvali.
Teir tríggir størstu flokkarnir liggja stavn um stavn 22-23% fyri alt landið, men kunnu Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, vænta at fáa nógv fleiri atkvøður enn hesa ferð?
- Høgni hevur dugað at sent Magna niður á fólkating, hóast báðir ivaleyst stilla uppaftur til løgting og hvussu verður við bardaganum millum Tjóðveldi og Framsókn um somu kjarnuveljarar?
- Og hvørjir flokkar eiga tær 4.000 atkvøðurnar í Havn, sum sótu heima nú?
- Kvinka teir smærru flokkarnir nøkur prosent upp, tá valluttøkan fer úr 67 prosentum á fólkatingsvalinum, upp í eini 90 prosent á næsta løftingsvali, og fáa umboðan á løgtingi, ella átti Fólkaflokkurin sín part av sofaveljarunum, sum høvdu fingið at vita frá øllum veljarakanningum, at teir kundu akkurát tað sama sita heima, verður spurt í sendingini.