Hví hava nøkur myrd, fronsk blaðfólk, og skemtiteknarar, nógv størri politiskt virði enn tann stóra fjøld av jødum, sum hvørt ár liggja eftirá av drápiligum atsóknum frá muslimum bæði heima í Ísrael, og úti í øðrum londum. Tað er ein spurningur, sum verður umrøddur í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 í dag. Teir, sum fara at kjakast um spurningin, eru Róland í Skorini, adjunktur, og Dánjal Poulsen, nevndarlimur í Felagnum Ísraelsvinir í Føroyum.
Teir fara eisini holocaust dagin, sum verður hildin runt um í heiminum, og um orsøkirnar fyri at halda hann yvirhøvur.
Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum, vísir á, at í gjár, 20. januar, vóru 75 farin, síðan fleiri SS-ovastar í Nazitýsklandi, saman við nøkrum viðkomandi ráðharrum, hittust á fundi á slottinum Wannsee uttan fyri Berlin. Henda ”Endløsung” kostaði seks milliónum jødum lívið. |
Tá verður skipað fyri tiltøkum í fjølmiðlum, skúlum og stovnum til at minnast jødatýningina í Nazitýsklandi við tí endamáli, at eitt slíkt vanlukkuligt fólkamorð eigur ongantíð at henda aftur.
Bjarni Djurholm, tingmaður, hevur á løgtingi arbeitt fyri, at eisini Føroyar fara at halda holocaust dag fast og hevur fingið stuðul fyri ætlanini bæði frá løgmanni og Bjørn Kalsøe, mentamálaráðharra.
Fleiri tiltøk hava verið, eitt nú á skúlum. KvF gjørdi nógv burtur úr jødatýningini fyrraárið, tá Róland í Skorini hevði fýra samrøður við Tór Mikkelsen um evnið.
Felagið Ísraels-vinir í Føroyum hevur havt almennan fund og fyrilestur í Østrøm og í ár verður luttøka úr Ísrael.
Besta bók á føroyskum um alt evnið í søguligum tíðarhøpi, er uttan iva hon hjá Sonna Smith og Hans Holm, Søgan um jødarnar.
- At gera vart við ábæru støðuna hjá jødum og á ágangin á teir av anti-semitiskum jødahatri, verður av mongum hildið at vera alneyðugt.
- Í november í fjør drupu og særdu tveir muslimskir yvirgangsmenn fleiri jødar inni í einari synagogu í Jerusalem, har gudstænasta var ein sabbatsmorgun, men tað var ikki nógv at hoyra um hesa beistagerð í fjølmiðlunum.
- Heldur ikki varð so nógv hóvasták gjørt burtur úr einum hópdrápi í einum jødiskum mathandli í París fyri nøkrum døgum síðan.
- Álopið fór fram stutt eftir, at muslimar skutu frá hond inni í skrivstovunum hjá keipublaðnum Charlie Hebdo.
- Charlie Hebdo fekk Vesturheimin á gos við pressuni á odda, tí nú hildu tey talu- og skrivifrælsið og fólkastýrið verða hótt.
- Stór mótmælisgonga varð í París við 40 statsleiðarum á odda. Har var væl valt burturúr og sáldað frá.
Óli Breckmann heldur, at tað er áhugavert at hugleiða, hví nøkur myrd fronsk blaðfólk og skemtiteknarar hava so nógv størri politiskt virði enn tann stóra fjøld av jødum, sum hvørt ár liggja eftirá av drápiligum atsóknum frá muslimum bæði heima í Ísrael og úti í øðrum londum.