Aftan á ein fund í Reykjavík í gjár millum íslendska heilsumálaráðharran og grønlendska landsstýrismannin í heilsumálum var semja um, at stórur áhugi er fyri at økja samstarvið landanna millum innan heilsuøkið.
Álfheiður Ingudóttur, heilsumálaráðharri, segði, at tað er heilt nátúrligt, at grannalond samstarva. Hon nevndi í hesum viðfangi eisini Føroyar og segði tað vera sjálvsagt, at londini kanna møguleikarnar fryri samstarvi innan heilsuøkið.
Agathe Fontain, landsstýrismaður, tók undir við at kanna enn størri samstarv á heilsuøkinum, skrivar Morgunblaðið.