Fiskivinutjóðin Føroyar etur meira av innfluttum kjøti enn av egnum fiski.
Tað vísir kanning hjá Fólkaheilsuráðnum, sum hevur greinað tølini um matvanar hjá føroyingum úr stóru fólkaheilsukanningini frá 2019 “Hvussu hevur tú tað?”, har heili 3000 vaksnir føroyingar tóku lut.
Tá ið føroyingar eta heitan mat, eta teir ofta neyta-, oksa- ella grísakjøt. Heili 77 prosent eta hetta slagið av kjøti 1-2 ferðir um vikuna. 61 prosent av fólkinum siga seg eta fisk 1-2 ferðir um vikuna. Á einum triðja plássi kemur flogfenaður (høsnarungi, kalkun, dunna og annað) og síðani lambskjøt. Tað, sum føroyingar í minsta mun eta sum heitan mat, eru grønmetis- og vegetarrættir.
Fleiri eldri fólk enn yngri fólk eta ofta fisk.












