- Tey gingu upp til okkum við vørum, og eg kom at kenna tey. Tá Sjómansheimið læt aftur, og eg var í farloyvi, spurdi eg um arbeiði í Kjøtbúðini. Bergtóra Høgnesen er ættað úr Klaksvík, men býr á Norðasta Horni í Havn. Hon er útbúgvin kondittari hjá Frants Restorff í Havn og sigldi í nøkur ár við Norrønu, har hon starvaðist á bakarínum. Hon fekst tó mest við at gera desertir, men annars hjálptust tey at við tí mesta.
Bergtóra hevur eisini arbeitt í fiski - sum blaðung á Roykivirkinum í Klaksvík og seinni eisini á Kósini.
Eitt skifti arbeiddi hon í køkinum á Sjómansheiminum í Havn, og tá helt Kjøtbúðin hjá Otto Reinert framvegis til í kjallaranum.
- Tey gingu upp til okkum við vørum, og eg kom at kenna tey. Tá Sjómansheimið læt aftur, og eg var í farloyvi, spurdi eg um arbeiði í Kjøtbúðini, sum tá var flutt út í Akranesgøtu í Havn.
Seinastu fimm árini hevur Bergtóra Høgnesen starvast í Kjøtbúðini, og her stórtrívist hon.
- Høvuðsframleiðslan hjá okkum er hakkikjøt, fiskafars og ikki at gloyma sera væl umtóktu rullupylsuna, sum Kjøtbúðin er so kend fyri, sigur 37 ára gamla, Bergtóra Høgnesen.
Kjøtbúðin er nú í triðja ættarliði.
Tað var Jens Reinert, sum stovnaði fyritøkuna í 1938, og heilt fram til ár 2005 helt Kjøtbúðin til í kjallaranum á Sjómansheiminum í Havn.
Stjóri í dag er Oddur Reinert, sum er abbasonur Jens Reinert og sonur Otto Reinert, sum nú er 83 ára gamalur.
Í Kjøtbúðini starvast átta fólk.










