12. september fóru eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovu á ófráboðað eftirlitsvitajn á Hotel Føroyum.
Ørindini vóru m.a. at tosa um vegleiðing til hotell og stórar matstovur.
Á vitjanini komu eftirlitsfólkini fram á seks neytafjórðingar, sum lógu á einum træplatti í kølirúminum.
Spurt var, hvaðani neytakropparnir vóru komnir, og hvagar teir skuldu.
Eftiritsfólkini fingu at vita, hvørjum neytafjórðingarnir vóru komnir frá, og at teir skuldu í Áarstovu. Ein kokkur segði, at hann ikki visti, undir hvørjum umstøðum neytini vóru flett.
Niðurstøðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni var, at hetta var greitt brot á grein 60 stk. 2 í matvørulógini.
Sambært lógargreinini skal alt føroyskt seyða- og neytakjøt vera virkað á løggildum virki. Reglan er tí ikki galdandi fyri turt og ræst kjøt, tí tað fæst ikki aðrastaðni enn í Føroyum.
Boðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vóru greið:
Hotel Føroyar verður beinanvegin biðið um at beina teir seks neytafjórðingrnar av vegnum.
Hotel Føroyar hevur møguleikan at kæra avgerðina til Vinnukærunevndina.