Kjøtið er alt ov bíligt

- Tað ringasta sum hendir, er at eg selji minni kjøt. Og tað kann eg liva við, sigur Símun Gullaksen, sum hevur hækkað prísin á føroyska kjøtinum.

 

 

Sum in.fo skrivaði fyrr í kvøld, hevur Símun Gullaksen sett prísin fyri feska og ræsta kjøtið nakað hægri enn fólk kanska eru von við seinnu árini. Meðan fólk eru von við at rinda eini 80 krónur fyri feska kjøtið og kanska 125 fyri ræsta, so selur Símun Gullaksen í ár feska kjøtið fyri 125 krónur kiloið og ræsta fyri 200 krónur kiloið.

 

- Føroyska seyðakjøtið er ein serstøk vøra, og eg haldi, at hon verður seld alt ov bílig, sigur hann.

 

Hann viðgongur, at ein orsøk til at hækka prísin, er at fáa eitt kjak í gongd um málið.

- Onkur má nerta við spurningin og fáa lív í. Prísurin á føroyskum kjøti hevur verið tann sami í áravís, meðan alt annað dýrkar, sigur hann. Hann vónar, at við at taka fyrsta stigið, fara aðrir seyðabøndur at fylgja sær.

 

Í ár hevur Búnaðarstovan ásett prísirnar at vera 95 krónur fyri feskt kjøt og 105 fyri ræst kjøt. Tí valdi Símun Gullaksen at seta prísin eitt sindur hægri.

- Tá Summarfestivalurin er, rinda fólk glaðbeint 100 krónur fyri eina pitsu uttan nakað omaná. Seyðakjøtið er ein serstøk vøra, og tað eigur prísurin eisini at endurspegla, heldur hann.

 

Seyðakjøtið í Føroyum verður selt á einum fríum marknaði, og tí er tað einki, sum forðar Símuni Gullaksen at áseta prísin sjálvur. Samstundis er tað eingin, ið forðar øðrum bóndum at selja kjøtið bíligari.

- Sakin er bara tann, at um ein ætlar sær eina forrætning burtur úr føroyskum seyðahaldi, so má ein gera okkurt, tí í mun til aðrar prísir í samfelagnum, er føroyska kjøtið ov bíligt, sigur hann.

 

- Í allar ringasta føri selji eg einki, men tað plagar satt at siga ikki at vera ein trupulleiki at sleppa av við kjøtið. Kanska verður torført at sleppa av við tað feska. Tá vit koma longur út á árið og fólk ynskja ræst og turt kjøt, eru tey ofta sinnaði at rinda nógv meiri fyri at fáa fatur í kjøtinum, sigur Símun Gullaksen.