Síðan føroyska alivinnan fótaði sær aftur, hevur KJ Hydraulik á Kambsdali smíðað fleiri alibátar, og í løtuni verður bátur nummar 25 smíðaður til Bakkafrost. KJ Hydraulik á Kambsdali smíðar nú alibát nummar 25.
Flestu av bátunum, sum felagið hevur bygt, eru umbidnir av føroyskum alifeløgum, men onkur einstakur bátur er eisini smíðaður til Skotlands og Íslands.
Alibátur nummar 25 er sjeyndi báturin, sum KJ Hydraulik hevur smíðað, síðan føroyska alivinnan veruliga kom fyri seg aftur fyri 3-4 árum síðan.
Tveir bátar eru smíðaðir til Marine Harvest, tveir til Luna, ein til Viking Seafood og báturin, sum nú stendur í gerð á Kambsdali, er hin triði í røðini síðan 2008, sum Bakkafrost hevur umbiðið.
Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ Hydraulik, sigur, at skrokkarnir verða teknaðir á Kambsdali, men sjálvt stálarbeiði verður gjørt í Letlandi.
- Síðan verður alt arbeiði gjørt her á Kambsdali, og vit hava eisini undirveitarar til eitt nú el, timbur og nautisku útgerðina, sigur hann.
Alibátarnir, sum KJ Hydraulik seinastu árini hevur smíðað, eru millum 13 og 15 metrar langir og seks metrar breiðir, sigur Jóannes Mørkøre.
Tvíkiljan, sum nú stendur í gerð á Kambsdali, verður sambært sáttmálanum latin Bakkafrosti hin 12. mai í ár.