Nú nærkast tíðin til at »Ársins Songrødd 2003« byrjar, og leygarkvøldið tann 29.mars kl.23:00 í Badmintonhøllini í Havn, verður fyrsta innleiðandi umfar. Flestu støðini eru longu fullteknað, men pláss er eftir í Suðuri, Klaksvík og í Vágunum. Tey sum vilja luttaka, kunnu tekna seg til inni á heimasíðuni www.songroddin.com
Eins og undanfarin ár verður gjørt nógv burturúr, og í ár verða tað tey bæði Ragnhild Ellingsgaard og Jákup Jacobsen, sum vera frásøgufólk.
Higartil hevur bert nr.1 fingið vinning, men í ár fáa nr. 2 og 3 eisini vinning. Føroya Banki sum er høvisstuðil letur kr.5.000,- til nr.2. og Nr.3 fær kr. 2.000,- Vinnarin av kappingini »Ársins Songrødd 2003« fær umframt heiðurin, kr.10.000,-. Í ár eru tað 66 løg at velja ímillum sum øll hava verið "HIT" í 2002/2003, og tann sum teknar seg til, fær fløgu við postinum, sí heimasíðu. Fyri at luttakarar skulu hava so gott pallljóð sum gjørligt verður eitt sera stórt monitor-anlegg sett upp, sum er keypt heim til endamálið og eisini hevur luttakararnir møguleika at nýta sokallaðu "Inn-ear monitor" um ein eisini vil tað. Aftaná kappingina verður DJ-show og er tað sjálvur Mr. DJ-COOL alias Martin Kjærbo sum verður DJ. Í sambandi við tiltakinum, verður eisini eitt rimmar stórt lasara-show. Tiltakið byrjar sum nevnt kl.23:00 og dyrnar latað aftur kl.04:00.