Kjósa Ársins Leiðara fríggjadagin

Hotel Føroyar, Thor ella Articon eigur ársins leiðara innan privatu vinnuna, meðan Hagstovan, psykiatriski depilin ella Almannastovan eiga leiðaran innan tað almenna. Synergi almannakunnger í dag tey tey fólkini, sum skotin upp til heitið sum »ársins leiðari«.

Fríggjadagin verður Ársins leiðaradagur á Hotel Føroyum. Hetta er

Sættu ferð, at Ársins leiðari verður kosin og annað árið, at tveir leiðarar verða

valdir, ein innan privatu vinnuna og ein innan tað almenna.

Almenningurin hevur havt møguleika at senda inn tilnevningar, og hevur

áhugin verið sera stórur. Heili 48 ymiskir leiðarar eru tilnevndir. Hvør

verður Ársins leiðari 2010 verður avdúka á Leiðaradegnum fríggjadagin 29.

januar kl. 16.10.

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvør verður Ársins leiðari 2010,

hevur nú funnið fram til tríggjar top-kandidatar innan bæði tað privata og tað

almenna.

Top 3 kandidatar innan privatu vinnuna eru - í tilvildarligari raðfylgju:

Johannes Jensen, stjóri Hotel Føroyar

Hans Andreas Joensen, stjóri Thor

Jón Danielsen, stjóri Articon

Top 3 kandidatar innan tað almenna eru í tilvildarligari raðfylgju:

Herman Oskarson, stjóri Hagstova Føroya

Tórmóður Stórá, læknafakligur depilsleiðari, psykiatriski depilin

Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri Almannastovan

Í dómsnevndini sita Malan Johansen, ráðgevi Virðisbrævamarknaður Føroya,

Aibritt á Plógv, stjóri Margarita og Páll Isholm, stjóri Føroya Handilsskúli

á Kambsdali.