Kjær spilti ballið á Old Trafford

Europa League: Ein danskur skallari gevur AC Milan eitt betri útgangsstøði enn Manchester United

Í gjár vóru fyrru 1/8 finalurnar í Europa League. Stóri dysturin var á Old Trafford, har Manchester United og AC Milan spældu javnleik 1-1.

Heimaliðið kom á odda fimm minuttir inn í seinna hálvleik, tá nýinnkeypti Amad Diallo hegnisliga skoraði við høvdinum, eftir avlevering frá Bruno Fernandes. AC Milan javnaði í yvirtíðini, tá Simon Kjær stútaði eitt hornaspark í mál.

Dysturin var ikki uttan dramatikk, tí AC Milan fekk mál longu aftaná 12 minuttir, men tað bleiv kolldømt eftir eina gjøgnumgongd í VAR-rúminum, tí tað var mett at bólturin kom í hondina á einum spælara.

Tottenham og Arsenal vunnu hvør sín tvey-málssigur. Tottenham vann 2-0 á Dinamo Zagreb. Harry Kane skoraði bæði málini. Í Grikklandi vann Arsenal 3-1 á Olympiacos. Ajax vann 3-0 á Young Boys, og AS Roma vann við somu siffrum á Shakhtar Donetsk.

Europa League 1/8:

Manchester United (ENG) - AC Milan (ITA) 1-1

Ajax (NED) - Young Boys (SUI) 3-0

Dynamo Kyiv (UKR) - Villarreal (ESP) 0-2

Slavia Praha (CZE) - Rangers (SCO) 1-1

Roma (ITA) - Shakhtar Donetsk (UKR) 3-0

Olympiacos (GRE) - Arsenal (ENG) 1-3

Tottenham (ENG) - Dinamo Zagreb (CRO) 2-0

Granada (ESP) - Molde (NOR) 2-0