Kjálkar fyri Kambodja

Í morgin leygardagin 20. mars vera kjálkar at fáa við Brotið í Runavík til so leingi kjálkar eru eftir. Hetta er í samband við at eitt toymi hjá Heimamissiónini fer til Kambodja at arbeiða saman við lokalari kirkju. Vit eru eini 12 ung, sum skera kjálkarnar, og fólk kunnu eisini ringja til toymisleiðarnar (tlf. 739313 ella tlf. 509935) og bíleggja. Pakkar fáast við 3kg ella eftir ynski.

Ein av toymisferðunum í summarferiuni verður til Kambodja, og ætlanin er at vera har frá 26. juni til 22. juli - slakar 4 vikur - har mesta av tíðini fer til at vera saman við ungum, og geva teimum tað, vit hava at geva. Teir umleið 12 toymisluttakararnir gjalda alt ferðagjald og uppihaldsgjald sjálvir, tá teir fara til eitt av heimsins fátækastu londum, har Pol Pott var diktatorur og royndi at nullstilla landið fyri nøkrum tíggju árum síðani. Eisini skulu pengar fáast til vega fyri at hava legur, sum toymið eisini sjálvt betalur fyri. Ein stuðulsrenning var leygardagin 13. mars og var tað eitt gott ískoyti til ferðina, og vónandi verður eisini so við kjálkunum.

Toymi fer at arbeiða saman við pastor Timothy, ið er ein sera íðin maður í tretivunum. Síðani landið næstan varð nullstillað, er útbúgvingarstøðið sera lágt, og av somu orsøk er Kambodja eitt land, har stórsti parturin av íbúgvunum eru ung - og kanska óerfarin, kundi onkur sagt :) Heilt sikkurt verður tað spennandi at koma til hetta landið, sum er so øðrvísi enn Føroyar - og tó, so eru tey menniskju, júst sum tú og eg.