KJ letur upp aftur við fullari megi eftir nýggjár

Ódnin Urd, ið herjaði landið á jólum fór illa við goymslubygninginum hjá KJ Hydraulik á Kamdsdali. Tann niðara høllin av sølu- og goymslubygninginum (gamli timburhandilin) fór í orðsins rætta týdningi í smildur.

 

– Uppruddingararbeiðið byrjaði beinanvegin 2. jóladag, og tað hevur gingið bæði skjótt og væl. Stórur partur av vørugoymsluni er fingin til høldar, og stóru lutirnir liggja nú í goymslubygningi í Søldarfirði. Sølubúðin á Kambsdali er nú opin sum áður, skrivar KJ Hydraulik í fráboðan til miðlarnar.

 

– KJ letur uppaftur við fullari styrki mánadagin 2. januar, skriva tey og halda fram:

 

– KJ takkar hjartaliga fyri ta stóru og góðu hjálp, hesar strævnu dagar – frá sløkkiliði og fyritøkum, frá starvsfólkum og sjálvbodnum, sum beinanvegin komu til hjálpar fyri at bjarga tí, sum bjargast kundi, og rudda økið so skjótt og væl, sum til bar. Uttan hesa hjálp slapst ikki so væl burturúr hesum. Túsund takk øll somul, og gott nýggjár.