Mentan
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: À fundi hjá Mentunarnevndini mikudagin varð samtykt, at nógv umtalaða standmyndin av Kjølbro skal standa á Biskupsstøð.
- Tað er púra satt, at málið hevur ligið stilt alt ov leingi, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
- Men málið er nú samtykt av Mentunarnevndini, og næsta týsdag kemur tað so fyri býráðnum, har tað uttan iva eisini verður samtykt, greiðir Steinbjørn frá.
Økið á Biskupsstøð skal fríðkast, alt sum tað er, og verður hetta vónandi liðugt áðrenn Norðoyastevnuna. Ætlanin er so, at standmyndin skal avdúkast á sjálvari stevnuni.
Tað var Norðoya Sparikassi, sum í 1999 lat Klaksvíkar Býráði standmyndina av hesum megnar vinnulívsmanni.
Beinanvegin varð farið undir at gera eina sera kostnaðarmikla ætlan, viðvíkjandi hvar standmyndin skuldi setast. Men ætlanin gjørdist ov kostnaðarmikil, og málið datt niðurfyri.
Býráðið hevur síðan tá roynt at funnið eina aðra loysn, og nú sýnist endiliga at vera komið á mál.
Tað er Hans Pauli Olsen, listarmaður búsitandi í Danmark, sum hevur tilevnað standmyndina av manninum, ið allir klaksvíkingar eru so stoltir av.