Kjølarnir lagdir til tveir nýggjar trolarar

Trolararnir verða lidnir seint í summar og samstundis fara tríggir av kubatrolarunum úr flotanum

Endurnýgging

Einaferð seint í summar fáa eysturoyingar tveir nýggir trolarar.
Tað er Beta í Saltangará, sum letur tveir nýggjar trolarar byggja í Spania.
Arbeitt hevur leingi verið við hesi ætlanini, men nú er tað so komið hartil, at kjølarnir til báðar trolararnir vórðu lagdir fyri nøkrum døgunum síðani.
Trolararnir verða bygdir á skipasmiðju í spanska býnum Vigo og gongst sum ætlað, verða teir lætnir eigarunum í august ella september í ár.
Olaf Olsen, stjóri í Beta, vil enn ikki nevna, hvat teir báðir trolararnir kosta at byggja.
Reiðarin sigur, at talan er um tveir trolarar á somu stødd sum kubatrolararnir og ætlanin er, at teir báðir skulu samtrola.
?Samstundis sum hesir báðir trolaranir koma, fara tríggir kubatrolarar úr flotanum, men hvørjir teir tríggir verða, er støða ikki tikin til enn, sigur hann.

Seks fyri átta
Annars hevur nógv verið tosað um, at tað er so lítið avkast í fiskiflotanum, at tað hevur ikki verið hugsingur um at endurnýggja flotan við nýggjum skipum.
Men Olaf Olsen sigur, at sjálvandi høvdu teir ikki gjørt uttan uttan at teir væntaðu, at tað fór at bera til og framrokningarnar og metingarnar síggja eitt sindur frægari út nú, enn tær hava gjørt og hartil kemur, at bátarnir eru munandi bíligari at byggja í Spania enn tað hevði verið at bygt teir her um leiðir.
Tó viðgongur hann, at tað nú tykist tað aftur sum prísurin á upsa bara fellur og tað hevur alstóra ávirkan á raksturin hjá kubatrolarunum, tí eini 80% av tí, teir fiska, er upsi.
?Prísurin á øðrum fiski er rættiliga nógv uppfarin, men upsin fylgir ikki við, heldur tvørturímóti, so tað er ikki serliga eggjandi, sigur hann.
Um talan verða um at byggja fleiri bátar, veit hann ikki.
?Lat okkum fáa hesar fyrst og síggja, hvussu tað gongur, so kunnu vit taka støðu til restina seinni.
Men tað er onki dulsmál, at kubatrolararnir eru farnir at eldast og treingja til at verða skiftir út. Teir eru bygdir í 1970 í Rosslau í Eysturtýsklandi sum var og hava verið í drift í Føroyum síðani 1978, so hóast allar maskinar, spøl og annað var nýtt tá, er kortini talan um gomul skip.
-Olaf Olsen sigur, at gongur tað væl við hesum báðum trolarunum, vónar hann at tað ber til at fara víðari at endurnýggja trolaraflotan hjá reiðaríðnum.
Hann sigur, at málið hjá teimum er at fáa seks nýggjar trolarar fyri teir átta, sum teir hava, men tað veldst alt um, hvussu tað fer at roynast við hesum báðum, sum nú eru í gerð.