Beinta Vilhelmsen Skraddarí hevur eitt unikt uttandura mótashow mentanarnáttina framvið Havnará kl 20.00.
Skraddarin fer at vísa stórar skraddaraseymaðar gallarobur, klassiskar kjólar til øll endamál og lættar summarkjólar í frískum litum.
Salong Shair og Cosméto styla modellirnar, og saman seta hesar tríggjar fyritøkurnar í hugnaliga umhvørvinum við Havnará ein serligan dám á Mentanarnáttina.
Harafturat hevur dansibólkurin Hóps eina dansiframførslu, sum er gjørd til endamálið, og sum skal framførast undan mótasýningini. Møt í góðari tíð, og tryggja tær pláss til eina heilt serliga uppliving- heilt ókeypis.