Kjølar klárir til comeback í eitt kvøld

Eftir 19 ár verður aftur høvi at hoyra bólkin Kjølar spæla

Kjølar, sum upprunaliga vórðu mannaðir við kollfirðingum burturav, vóru í 90’unum ein av best umtóktu føroysku bólkunum yvirhøvur. Teir góvu tónleik út og spældu dúgliga kring landið. 

Oddamaður í bólkinum er Signar í Homrum, sum eisini hevur skrivað nógvar av tekstunum. Men við einum av stóru hittunum hjá bólkinum, Misery, prógvaði Jens Marni Hansen fyri fyrstu ferð fyri almenninginum, at hann so sanniliga eisini er ein framúr sangari. Somikið framúr, at hann síðani hevur verið ein tann best umtókti føroyski solisturin – eina støðu, sum Signar eisini hevur vunnið sær seinnu árini.

Kjølar góvust at spæla sum bólkur í 1999, og hóast limirnir bæði saman og hvør sær hava verið virknir, er talan altso um comeback hjá Kjølum, nú 19 ár eru liðin, síðani teir seinast vóru á palli.

Við løgum sum Sorgblídni, Misery, Time, Skýmandi kvøldið og Paying er eingin ivi um, at Kjølar fara at fáa lív í fjøldina.

Umframt Signar í Homrum og Jens Marna Hansen spæla eisini Jens Tummas Næss og Henning Nicodemussen við Kjølum.

Kjølar hava konsert í Tjaldinum á Summar Festivalinum fríggjakvøldið.