Yvirskriftin í Seð & Heyrt sigur ; Eivør ? síggið flottu kjólarnar!
Blaðið er millum mest lisnu bløð Íslands og 23.000 eintøk fara um handilsdiskarnar um vikuna. Eini 30% av íslendska fólkinum lesa blaðið. Mest eru tað ung, ið teljast millum lesararnar.
Tvær síður greiða frá um klæðini hjá Eivør og 7 myndir eru, ið vísa ymsu klæði hennara. Á einu myndini sæst eisini sniðgevin Svanhild, sum er 24 ár og býr í Keypmannahavn. Blaðfólkið á Seð & Heyrt hevur ymiskt at siga um klæðini við hvørja mynd. Svanhild brúkar nógv ull og eisini fiskaskræðu til pløggini. Eisini verður sagt frá Eivør í greinini, at hon heldur sera nógv av føroyska tjóðbúnaum.