Diana prinsessa var ein mótafyrimynd, og framvegis er stórur áhugi í hennara kjólum.
Fleiri av kjólunum hjá Dianu eru seinnu árini seldir fyri stórar upphæddir, og týsdagin seldi ein uppboðssøla í Londin enn ein kjóla hjá prinsessuni. Boðið var í dollarum, og hægsta boðið varð 140.000. Tað svarar til einar 770.000 føroyskar krónur.
Kjólin, sum nú varð seldur, var sniðgivin av David og Elizabeth Emanuel í 1986. Talan er um ein klassikan prinsessukjóla – ljósur og pytaður við gimsteinum.
Sagt verður ikki, hvør hevur keypt kjólan, men uppboðssølan hjá Kerry Taylor sigur, at keyparin var eitt útlendskt savn, og at kjólurin fer at verða væl varðveittur, har hann fer.










