Tónleikur
Pop.fo
Kjølar fer at spæla til fleiri tiltøk fram til jóla. Teir hava boðað frá, at teir eru farnir at venja saman, og 26. oktober verður fyrst framførslan hjá teimum.
Tá fara Signar í Homrum, Henning Nicodemussen, Jens Tummas Ness og Mikkjal Hvannastein at spæla til dans í Badmintonhøllini í Havn.
Harafturat liggur tað fast, at teir fara at spæla á Platform 9. november og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 13. desember. Helst verða aðrar framførslur eisini á skránni.










