Vit hava einki hoyrt frá tónleikabólkinum Kjølar, síðani Prix Føroyar tiltakið var fyrr í ár.
Tríggir av tónleikarunum búgva uttanlands, og tað ger arbeiðsumstøðurnar torførar. Men nú útisetarnir eru komnir heim í summarfrí, er av álvara komið lív aftur í bólkin.
Seinastu tíðina hava tónleikararnir vant nógv saman, og í kvøld fara teir á pallin, fyri fyrstu ferð síðani Prix Føroyar tiltakið.
Hetta er tó bara byrjanin, tí bólkurin ætlar sær at ferðast kring alt landið.
Fyrsta tiltakið á rundferðini verður í høvuðsstaðnum, og karmurin um fyrstu framførsluna verður Badmintonhøllin í Havn, har skipað verður fyri stórum tiltakið í kvøld.
Øðrvísi pallur
Skráin til konsertina í kvøld verður fjølbroytt. Hon verður samansett við tí vanliga kenda tónleikinum, sum bólkurin er so væl umtóktur fyri og so »kryddað« við onkrum meira forkunnugum.
Fyri at gera konsertina og hølið meira innbjóðandi hava tónleikararnir og fyrireikararnir gjørt av, at pallurin skal príðast meir enn vanligt er.
M. a er ætlanin at hanga strimlar úr silvurpappíri úr loftinum, og eisini at hanga eina góða gamla diskokúlu yvir gólvinum.
Hetta fer vónandi at geva eina øðrvísi og betri »atmosferu« enn vanligt er við slíkar konsertir.
Tiltakið í Badmintonhøllini, sum verður tað fyrsta í eini ferð kring landið, byrjar klokkan 23, tá dyrnar lata upp, og endar klokkan 04.
Venjingarlegu
í Suðuroy
Í næstu viku fara Kjølar út at ferðast. Teir hava sett sær fyri at venja eina nýggja skrá, við løgum, sum teir sjálvir hava gjørt, og fyri at henda nýggja skráin skal ljóða so væl sum møguligt hava teir gjørt av at fara í venjingarlegu í heilar tvær vikur.
Venjingarlegan verður í Suðuroynni, og longu mánadagin fer bólkurin suður.
Sjálvandi fáa Suðuroyingar eisini at hoyra, at bólkurin er í venjingarlegu, tí næsta leygarkvøld fer bólkurin at spæla í TB-húsinum á Tvøroyri.
Nýggju løgini eru øll heimagjørd, og teir hava allir fýra verið við at gera løgini.
Spæla á Ólavsøku
Tá ein slíkur bólkur hevur ligið stillur so leingi, so er sjálvssagt, at tað eru nógv boð eftir teimum tá teir byrjað aftur, og soleiðis er tað eisini .
Umframt hesi bæði tiltøkini skal bólkurin spæla á Ólavsøku, tá teir millum annað skulu spæla í tjaldinum og í Kagganum.