Seinnapartin varð tvíkiljan »Slættanes« handað alifelagnum Luna.
»Slættanes« er 13 m long og 6 m breið. Tvíkiljan hevur tveir framdriftsmotorar upp á hvør 425 Hk, og ein 70 KVA generator. Av deksútgerð kann nevnast ein radiostýrdur Palfinger 23 tons krani, ein hydrauliskur kapstanur uppá 6 tons og tveir uppá eitt tons.
Tvíkiljan er útgjørd við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.
Hettar er nýbygningur nr. 45 sum KJ hevur smíðað og nr 7 til Luna. Nýbygningarnir nr. 46, 47 og 48 eru kontraktaðir og farnir í framleiðslu. Nr 46, sum eisini er til Luna, verður handaður teimum í apríl mánaði. Síðani er ein til Bakkafrost og ein til Íslands.
Tvíkiljan »Slættanes« er gjørd í tøttum samstarvi við Luna, har serligur dentur er lagdur á gott arbeiðsumhvørvi. Hon skal vera góð og trygg at arbeiða við í øllum líkindum, og nógv er gjørt fyri at fáa ljóðviðurskiftini so góð sum til ber.