Framleiðslan av aliringum, sum KJ Hydraulik umboðar og selur føroyskum alifeløgum, fer fram á Eiði. Í fjør bygdu KJ seks alibátar, og í ár fer fyritøkan at seta met við aliringum. Tá árið í ár verður runnið, fer KJ at hava bygt ikki færri enn 100 aliringar.
Eiðismaðurin, Jóannes Mørkøre, sum starvast hjá KJ Hydraulik á Kambsdali, sigur, at tað eru tvey “team”, sum taka sær av hesum virksemi á Eiði.
- Heðin Poulsen, sum býr við Ljósá, tekur sær av øðrum teaminum - og fyri hinum teaminum stendur Jack Petersen, sum býr á Eiði.
Hann sigur, at í báðum teamunum eru tilsamans einir sjey mans, men teir arbeiða ikki bara á Eiði. Arbeitt verður á Eiði og kring um landið annars, og arbeitt verður eisini uttanlands, eitt nú í Hetlandi og Íslandi.
Jóannes Mørkøre sigur, at frá nú av og til og við november í ár hevur KJ bíleggingar um 70 aliringar til Bakkafrost, Luna og Faroe Farming. Hetta eru ringar, sum hava eitt ummál á ávikavist 160 og 128 metrar.
- Vit eru ógvuliga fegin um tað álit, sum hesar alifyritøkur vísa okkum og okkara framleiðslu.
Hann sigur, at tá árið 2015 er liðið, kemur talið av aliringum til føroyskar og hetlendskar alarar upp á umleið 100.
- Hetta er størsta talið hjá okkum nakrantíð, leggur Jóannes Mørkøre hjá KJ Hydraulik aftrat.