KJ byggir fleiri tvíkiljur um árið

- Av 57 tvíkiljum eru 34 bygdar til Bakkafrost, 10 til Luna, fýra til Mowi í Føroyum, og níggju eru bygdar til feløg uttanlands, sigur Jóannes Mørkøre.

 

 

 

Føroyska alivinnan gevur nógvar ringvirkningar kring um í samfelagnum, og hon gevur inntøkur, sum røkka út í hvønn krók í landinum. Aling er heilt úr Suðuroy, norður til Hvannasunds og vestur á Víkar í Vágum. 

Tað eru feløg í Føroyum, sum hava stórar veitingar til føroysku - og útlendsku - alivinnuna, og millum hesi er eitt nú KJ á Kambsdali, sum í fleiri ár hevur bygt tvíkiljur og aliringar til hesa vinnu.

Higartil í ár hevur KJ latið tvær tvíkiljur av hondum, og í løtuni standa tvær nýggjar í gerð. Hetta er nýbygningur nummar 56, ið skal latast Bakkafrosti - og so nýbygningur nummar 57, sum skal latast Arctic Fish í Íslandi.

Fyrr í ár handaði KJ nýbygning nummar 54 til Bakkafrost í Suðuroy. Hetta er Agnavík, og hon er higartil størsta tvíkilja hjá KJ, 18 metrar long og átta metrar breið. Í seinastu viku varð tvíkiljan Byrgishamar, nýbygningur nummar 55, eisini handað Bakkafrosti í Suðuroy.

- Í løtuni hava vit tvær tvíkiljur í gerð. Hetta er nýbygningur nummar 56, ið skal handast Bakkafrosti um ikki so langa tíð - og so nýbygningur nummar 57, sum skal latast  Arctic Fish í Ísland á heysti í 2020, sigur Jóannes Mørkøre, sølumaður.

KJ hevur í løtuni fleiri fyrispurningar um tvíkiljur til komandi ár, bæði úr útlandinum og her heima, sigur Jóannes Mørkøre, sum leggur aftrat, at av 57 tvíkiljum eru 34 bygdar til Bakkafrost, 10 til Luna og fýra til Mowi í Føroyum.

- Haraftrat hava vit leverað níggju tvíkiljur til alifeløg uttanlands, ávikavist til Íslands, Hetlands, Orknoyggjar og Skotlands, sigur Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ.

Í VikuskiftisSosialinum er serblað, ið ger burtur úr aling og veitingum til alivinnuna. Í blaðnum eru eisini aðrar forvitnisligar samrøður, og eitt nú er samrøða við Jákup Jacobsen - Dunga Jákup - sum nú er farin frá sum stjóri í P/F Varðanum í Gøtu.