KJ byggir fleiri alibátar

Stálarbeiðið til teir mongu seinastu bátarnar er gjørt í Letlandi, men KJ Hydraulik eigur tekningarnar og alt konseptið

KJ Hydraulik skal byggja ikki færri enn seks alibátar í ár, harav hin seinasti, sum verður latin í desember, verður nummar 38 í røðini í søgu felagsins. Tilsamans vórðu 17 bátar bygdir á Eiði, og síðan hevur KJ bygt 21 bátar aftrat.
Í løtuni standa hesir báðir skrokkarnir, sum eru á myndini, á Kambsdali, har teir skulu gerast lidnir til føroyskar alifyritøkur.
KJ hevur eitt gott samstarv við skipasmiðju í Letlandi, har stálarbeiði til teir mongu seinastu bátarnar er gjørt.
- Men, tað eru vit, sum eiga tekningarnar og alt konseptið, sigur KJ.

35 miljónir
Skrokkarnir við dekki og húsi koma, sum myndin vísir, tómir heim úr Letlandi, og síðan verður alt arbeiði, íroknað sandblásing, máling og allar instalatiónir, gjørt her heima.
Teir seks alibátarnir, sum KJ Hydraulik skal byggja í ár, merkja ein umsetning í fyritøkuni á umleið 35 miljónir krónur.
- Hin fyrsti báturin varð latin Luna í januar. Haraftrat byggja vit fýra bátar til Bakkafrost og hin seinasti, sum verður latin í desember, er til Marine Harvest Føroyar.
Størstu alibátarnir, sum KJ Hydraulik byggir, eru 14 metrar langir og sjey metrar breiðir.
- Vit umboða og instalera eisini kranar, spøl, motorar og annað, sum skal í bátarnar, og nautiska útgerðin verður eisini keypt frá føroyskum veitara, sigur KJ.
Umframt tær instaleringar, sum eru í alibátunum, er eisini nógvur hydraulikkur, og er tað nakað, sum KJ eru meistarar í, er tað júst í hydraulikki.

180 aliringar
Seinastu 3-4 árini hevur fyritøkan á Kambsdali framleitt umleið 180 aliringar, og bara í ár skulu ringar gerast fyri umleið 11-13 miljónir krónur.
- Fyri tveimum árum síðan vóru teir størstu aliringarnir 128 metrar í ummál, men ringarnir, sum bygdir eru síðan, eru 160 metrar í ummál. So, hetta eru rættiliga stórir aliringar, sum vit byggja á Eiði, sigur KJ.