Kiwanis Tórshavn hevur latið 30.000 krónur til Sambýlið Eirargarður 16, ið er heim fyri rørslutarnað fólk. Peningurin skal millum annað nýtast til eina koyistólsreiggju, sum gevur teimum rørslutarnaðu eina kenslu av at vera í rørslu og harvið økir um teirra lívsgóðsku.
Fyrr í ár lutaði i lutaði Kiwanis Tórshavn gávubræv til tónleikabólkin, Ælabogan, ið er mannaður av ungum fólkum við menningartarni. Peningagávan ljóðar á 15.000 krónur og fer til keyp av ljóðførum.
Somuleiðis handaði vælgerandi felagsskapurin 10.000 krónur til eysturgrønlendsk børn, ið hava ein sera truplan uppvøkstur við stórari alkoholmisnýtslu í heiminum. Peningurin varð latin sum ferðaískoyti og lummapeningur til børnini, ið sleppa hendanvegin í summar at vitja føroyskar javnaldrar.
Kiwanis Tórshavn, ið hevur sum høvuðsendamál at betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum, letur javnan gávur til vælgerandi endamál. Inntøkurnar koma frá árligu jólatræssøluni í Havn og lutaseðlasølu á Ólavsøku, har høvuðsvinningurin er ein føroyskur bátur, umframt aðrar góðar vinningar.
- Hendan peningagávan kemur sera væl við hjá okkum, tí nú kunnu vit útvega okkum eitt amboð, sum veruliga kemur teimum rørslutarnaðu til góða og harvið er við til at menna og stimbra tey enn meira, sigur Barbara Berg, leiðari á Sambýlinum Eirargarður 16, ið saman Maibritt Simonsen, námsfrøðingi, tók ímóti gávubrævinum.