Kiwanis hevur í fleiri ár latið súkkluhjálmar til skúlabørn.
Tað eru Kiwanisklubbarnir Kiwanis Tórshavn, Kiwanis Rósan og Kiwanis Eysturoy sum standa fyri klárgering av hjálmunum við klistrimerkjum og at koyra teir út til skúlarnar.
Tað eru knapt 700 skúlabørn, sum fáa ókeypis Kiwanishjálm á hvørjum ári.
Sponsorar eru Trygginarfelagið Føroyar, Trygd, Faroe Ship og RFF.










