Kiwanis-hjálmur í Norðoyggjum

Seinasta týsdag vóru fólk frá Kiwanis í Norðoyggjum og vitjaðu teir ymisku skúlarnar, har tey deildu út Kiwanis-hjálmar til næmingarnar í fyrsta flokki

Vitjað varð á skúlunum í Klaksvík, Haraldsundi, Fossánesi og á Viðareiði. Børnini tóku væl ímóti hjálmunum.

Hetta var sama dag sum fyrsta skotið varð latið av til undirsjóvartunninin í Klaksvík, og Sámal Bláhamar frá Kiwanis, sigur, at teir sóu fleiri 1. floksnæmingar ganga við Kiwanis-hjálmi á høvdinum við nýggja tunnilsmunnan.