Kiwanis gáva til Ælabogan

Á stuttari samkomu mikukvøldið lat Kiwanis Tórshavn eina gávu til Ælabogan upp á 30.000 krónur. Ælabogin er orksetur fyri tónleikaáhugað menningartarnað.

Gávan varð givin í sambandi við at Ælabogin hevur fylt 10 ár.