Kitty er ættað av Selatrað, dóttir Óla á Trøðni og Elsu, sum var úr Búðunum í Klakksvík. Tey fingu 10 børn, har fleiri vóru tøtt og eisini fingur tey tvinnar tvíburðar. Kitty, sum er tvíburðasystir Jancy, kom sum smágenta til Klaksvíkar og vaks upp í Búðunum hjá Fridu mostir síni og Valdemar í Brekkuni.
Poul Poulsen, Pollaba, er sonur Poul Poulsen, vanliga róptur Pollurin á Dunganum. Kona hansara var Marin Malena í Toft. Tey fingu 4 børn: Lena, Jógvan, Poul, Karla og Ami. Av teimum er Pollaba hin einasti, sum livir eftir.
Pollaba hevur sum so mangur klakksvíkingar havt starv á sjónum alt sítt lív. Hannn byrjaði sum smádrongur at rógva út við pápa sínum, og fór til skips við slupp við snøri, sum dreingr tá.
Í hansara tí á sjónum vóru ikki tær avmarkingar, sum eru í dag. Hann hevur roynt nógvar veiðihættir, snøri, línu, gørn, snellu og trol og roynt fiskileiðirnar við Føroyar, Ísland, Grønland, Norðsjónum, Svalbard, Bjarnoynna og eystur í Hvítahavið.
Hann hevur eisini siglt við íslendskum trolara og enskum ísfiskatrolarum um vetrarnar, eins og norskum línuskipum til saltfisk undir Grønland og arbeitt á landi í Íslandi.
Tey seinastu árini á sjónum, sigldi hann við vaktarskipi við boripallar í Norðsjónum og sum kokkur við føroyskum farmaskipi, áðrenn hann legðist uppá land. Han arbeiddi á flakavirki stutta tíð, áðrenn hann gavst.
Kitty og Pollaba fingu 4 børn, Páll, Elsu, Fridu og Marin Malenu, sum øll eru gift. Tey eiga 16 ommubørn og eisini 16 langommubørn. Kitty var heimagangandi, meðan børnini vóru smá, men tá tey gjørdist størri, vaskaði hon fisk á Norðborg.
Tá børnini vóru vaksin fór hon at arbeiða á flakavirkinum á Kósini og gekk hvønn arbeiðsdag av Bumshamri yvir á Kósina. Hon arbeiddi á Kósavirkinum í 27 ár, har hon tey flestu árini røkti álitisstørv. Hon gavst á Kósini í kreppuárunum, 70 ára gomul.
Kitty og Pollaba komu bæði sum ung til trúgv á Harran, og hava havt sína føstu gongd í Betesda. Kitty hevur í nógv ár eisini hjálpt við summarlegunum, fyrst norðuri við Áir og seinni vesturi í Zarepta.
Heilsan og minnið hjá Pollaba eru farin at bila, men enn er vitnisburðurin um Jesus líka greiður, sum tá hann á ungum árum kom til trúgv.
Diamantsbrúdleypsdagurin verður hildin í heimi teirra á Stokksoyravegi, har familja, vinir og kenningar eru vælkomin at støkka inn á gólvið frá kl.15.