Kitty May Ellefsen, sum var valevni hjá Sambandsflokkinum, stillar nú upp fyri Fólkaflokkin Fyrst stillaði Kitty May Ellefsen upp fyri Sambandsflokin í Suðurstreymoy, men hon valdi at taka seg av listanum, tá støðan hjá Sambandsflokkinum fekk løgmann at skriva út nýval seinasta hóskvøld.
Dagin eftir spurdi Rás2 Kitty May Ellefsen, um hon fór at stilla upp fyri annan flokk, men tað dugdi hon ikki at siga.
Nú stendur á heimasíðuni hjá Fólkaflokkinum, at Kitty May Ellefsen er á listanum hjá Havnar Framburðsfelag, sum er valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymi.
Sambært Kringvarpinum er Fólkaflokkurin ikki liðugur at stilla upp í Suðurstreymoy, men tey kendu nøvnini so sum Óli Breckmann, Bjarni Djurholm, Poul Michelsen, Bjarti Mohr og Annika Olsen eru komin á listan.









