Kitty May Ellefsen tekur seg aftur av Sambandslistanum

Nýggjasta stjørnuskotið hjá Sambandsflokkinum hevur longu tikið seg av aftur listanum Eftir at Sambandsflokkurin í gjárkvøldið gjørdi av ikki at stuðla uppskotinum um at stytta valfreistina, so tingið fekk tvær vikur eyka at arbeiða í, hevur Kitty May Ellefsen gjørt av, at taka seg av listanum hjá Sambandsflokkinum.

-Eftir tað, sum hendi í gjárkvøldið, taki eg meg av listanum hjá flokkinum, sigur Kitty May Ellefsen, sum var eitt av nýggju, kendu nøvnunum á sambandslistanum.

At freistin at skriva út val ikki varð stytt, merkir, at nógv mál detta burtur uttan viðgerð. Eitt av málunum er útbyggingin av Vága Floghavn.

-Tað er serliga málið um Vága Floghavn, sum harmar meg, sigur Kitty May.

-Floghavnin liggur í skeljasori, og vit hava bíðað eftir heimild úr løgtinginum at fara ígongd.Málið er liðugt viðgjørt í Vinnunevndini og har vantar bert onnur og triðja viðgerð.

-Tað, at Sambandsflokkurin nú bakkar út, merkir, at farast kann ikki undir Vága Floghavn, fyrrenn um nærum eitt ár, sigur Kitty May Ellefsen. Og hesum kann hon ikki liva við.

Kitty May Ellefsen, sum er nevndarformaður í P/F Vága Floghavn, hevur ongantíð áður verið limur í nøkrum politiskum flokki. Hon hevur fingið áheitanir frá fleiri flokkum um at stilla upp, og gjørdi fyri fáum døgum síðani av at stilla upp fyri Sambandsflokkin.

Sambandsflokkurin legði í gjárkvøldið fram eitt uppskot um at broyta dagfestingina, soleiðis at stytta valfrestin ikki skuldi koma í gildi fyri hesa samgonguna. Gildiskoman verður ístaðin 1. Januar 2009.