Hóskvøldið helt nevndin, sum varð vald av Klaksvíkar Býráð at stjórna íverksetarahúsinum, sín fyrsta fund.
Nevndin skipaði seg við Kitty Mai Ellefsen sum forkvinnu. Hinir limirnir í nevndini eru Eyðun Mørkøre,
deildarleiðari hjá Eik, og Torben Hendriksen, stjóri í Birc Estate í Herning, DK.
Rani Nolsøe varð settur sum dagligur leiðari av Íverksetarahúsinum.
Annars viðgjørdi nevndin á sínum fyrsta fundi reglugerðina fyri ´Grunnin Íverksetarahúsið´, sum var tikin til eftirtektar.
Nevndin viðgjørdi eisini mál og vísjónir við Íverksetarahúsinum.
Virksemið higartil, síðani byrjanina í januar í ár, var
eisini á skránni.
Somuleiðis varð fíggjarætlan viðgjørd og góðkend.