Kitsch í Føroyahúsinum

Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur opið fyri seinastu ferð áðrenn summarfrítíðina fríggjakvøldið 20. juni. Í hesum sambandi verður skipað fyri einum tiltaki, sum verður kallað, Kitsch Kvøld.

Talan gerst um eitt brak av einum kvøldi, sambærð fyrireikararnar. Dugnaligi plátuvendarin, Magni Berg, er boðsendur úr Århus, og hann skal við sínum stóra úrvali av plátum av 80'ara tónleiki skipa fyri live-aid konsert á stórskýggja. Summarfestivalurin stuðlar tiltakinum við trimum atgongumerkjum, sum vera burturlutað tilvildarliga hesar klokkutíðir: Kokkan 22, 23 og 24. Lagrið í Føroyahúsinum skal endurnýggjast, soleiðis at prísirnir verða í botni, verður sagt.