Kisturnar við polska forsetanum Lech Kaczynski og konu hansara Martu komu seinnapartin til Póllands. Á flogvøllinum tóku virkandi forsetin, Bronislaw Komorowski, Donald Tusk, forsætisráðharri, ímóti kistunum. Beiggi Lech, Jaroslaw Kaczynski, var eisini á flogvøllinum í Warszawa.
Eftir eina stutta minningarløtu á flogvøllinum vórðu kisturnar fluttar til forsetaborgina.
Flogvanlukkan gjáramorgunin kravdi 96 mannalív.