Økismenningarálitið skal nú handast

Landsstýrismaðurin í mentamálum fær mánadagin álitið, sum skal vera grundarlag undir einum føroyskum økismennigarpolitikki

 

Økismenningarálitið, sum skal vera grundarlag undir einum økismenningarpolitikki fyri alt landið, verður almannakunngjørt mánadagin.

Álitið verður handað landsstýrismanninum í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, á almennum fundi í VB-húsinum í Vági komandi mánakvøld klokkan 19.

Ætlanin er, at talan skal vera um ein eitt sindur drúgvan, men innihaldsríkan fund. Fyrst fer umboð fyri økismenningarbólkin at leggja fram álitið og handa landsstýrismanninum tað.

Eftir tað verður panelfundur, har Hergeir Nielsen og Hendrik Old spyrja Anfinn Kallsberg, Høgna Hoydal, Helenu Dam á Neystabø, Lisbeth L. Petersen, Jóannes Eidesgaard og Jenis av Rana viðkomandi spurningar um økismenning.

Ætlanin er, at fundurin skal enda við einum opnum kjaki, har øll í salinum, umframt fjølmiðlarnar, fáa høvi at seta politisku umboðunum og serfrøðingunum spurningar og siga sína hugsan.

Økismenningarbólkurin fór undir arbeiði sítt á sumri í fjør, og er nú liðugur við eitt rúgvismikið álit á 160 síður.