Økismenning í Suðuroy

Hergeir Nielsen

Fyri einum ári síðan sendu kommunurnar i Suðuroynni eitt uppskot til landsstýrið um at vera við í einari ætlan, og um, at landskassin lat somu upphædd, sum kommununar lótu til eina verkætlan átøkari Eyafjarðaætlanini í Íslandi.

Svar kom tíverri einki aftur úr landsstýrinum.

Umvegis løgtingið hava vit tí roynt at fáa gongd á hetta mál aftur, og vónandi fáa vit undirtøku fyri tí.

Fortreytin fyri at menning kundi taka seg upp í Suðuroynni var, at undirstøðukervið varð bygt út, soleiðis at vinnulívið í oynni fekk so góðar sømdir sum gjørligt.

Undanfarna samgonga tók hesa avbjóðing á seg og setti fleiri størri íløguætlanir út í kortið.

Fleiri hundrað mió.kr. stór ætlan varð løgd í ferju, ferjuhavn, djúphavn, skúla og tunnil, og var tað mesta komið undir land, áðrenn samgongan legði frá sær, meðan Hovstunnilin neyvan verður liðugur fyrrenn um ein tvey ár.

Sitandi samgonga kom fyri einum ári síðan við eini Suðuroyarætlan.

Hon hevur tíverri slept bæði Hvalbiar og Fámjinstunnlinum, men kortini ásannað, at støðan í oynni var vorðin so mikið hættislig, at politisk stig máttu takast til tess at stuðla eini tilgongd, ið hevði støðug arbeiðspláss í oynni við sær.

Tíverri segði løgmansrøðan 2005 eitt hálvt ár seinni als einki um hesa ætlan, og ein eitt ára gomul felags umsókn frá kommununum í Suðuroynni til Føroya Landsstýri um fíggjarligan stuðul til eina felags menningarætlan er tíverri ikki svarað enn.

Tað vóru teir báðir, Jógvan Mørkøre og Magni Laksafoss, sum komu við einum hugskoti um at gera eitt átak við fyrimynd í Eyafjarðaravtaluni, sum varð gjørd fyri ein part av Norðurlandinum í Íslandi, og sum kommunurnar tóku til sín.

Í Íslandi eru tað Vinnumálaráðið, Akureyrar Kommuna, Eyafjarða Ídnaðarmenningarfelag, Bygdastofnun, Hægri háskúlin í Akureyri, Ídnaðarmenningarstovnurin, Eyafjarðar Samstarvsfelag, Norðurlands Búskaparvirksemisstovan, fakfeløg í økinum og Útflutningsráð Íslands, sum eru gingin saman um eina avtalu fyri 4 ár.

Fíggingarmynstrið í Íslandi er í høvuðsheitum, at landið rindar góða helvt, meðan kommunusamtak, vinnusamtak og onnur frá Eyafjarðarleiðini lata rest.

Endamálið er fleirtáttað, men kortini samfelt.

Suðuroyarøkið skal aftur gerast
 ein áhugaverdur búsetingarvalkostur til høvuðsstaðarøkið,
 íbúgvatalið skal fáast at vaksa aftur,
 kappingarførið skal betrast,
 vøkstur skal fáast aftur í búskapin,
 arbeiðsmegin skal mennast,
 virki og størv í kappingargreinum skal økjast,
 dentur skal leggjast á altjóða verkætlanir,
 útlendskar íløgur og vitan skulu fáast til økið.

Málið hevur fingið fyrstu viðger á tingi og liggur nú í fíggjarnevndini.

Skotið er upp, at landsstýrið og kommunurnar í Suðuroynni samstarva um ætlanina, og at landskassin fíggjar sama part, sum kommunurnar fyri einum ári síðan hava játtað til hesa ætlan.