Økisfundur hjá Javna

-

Hesi seinastu árini hevur Javni hvørt ár hildið økisfundir kring landið, har ymisk evni hava verið til viðgerðar, sum hava samband við umstøður og viðurskifti hjá menningartarnaðum og brekaðum í Føroyum.

Hvørt ár eru tað ávis evni, sum hava verið á skránni.

Økisfundirnir í ár vóru mánakvøldið og hesuferð var tað Stuðulsskipanin, sum var til viðgerðar.

Tað, sum Javni vildi seta ljóskastaran á, var, um stuðulsskipanin virkaði nóg væl umsitingarliga, eins væl og fyri brúkaran, foreldrini, fyri stuðulin sjálvan, umframt fyri politikaran.

Sosialurin var við á fundinum í Havnini, her flestu stuðlarnir natúrliga eru, av tí, at her býr flest fólk.

Á fundinum í Havn fekk eisini Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna og heilsumálum høvi at greiða frá politisku ætlanunum á økinum.

Annars var fundurin skipaður sum pallborðsfundur.

Við pallborðið sótu, umframt landsstýrismannin, eisini Jórun Dánjalsdóttir Poulsen, foreldur, Ásvør Joensen, stuðul, Herborg Nyholm Debes, sum arbeiðir í umsitingini hjá stuðulsskipanini í Havn og Ragnhild Dahl á Almannastovuni.

Orðstýrari var Øssur Winthereig.

Vit fara í blaðnum í dag og í morgin at tríva í sumt at tí, sum var ført fram á fundinum.

Á fundinum vóru fleiri, vónbrotin av, at ikki ein einasti býráðspolitikari í Havn var við á fundinum.