Kirstin Strøm Bech skal velja ímillum pest og kolera

- Hetta er sum at velja ímillum pest og kolera.

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, er ógvuliga ivingarsom upp undir aðalfundin í SEV, har støða skal takast til, um prísurin á streymi skal hækka, ella ikki.

- Eg havi ikki tikið støðu til, hvussu eg skal atkvøða, men tað skal sjálvandi gerast fyri aðalfundin.

Hon er greið yvir, at hækkar prísurin á streymi, fer tað at raka bæði privatfólk og vinnulívið hart.

- Bæði vinnulív og vanligu húsarhaldini hava tað tungt frammanundan so hetta er avgjørt steinur oman á byrðu.

- Og at atkvøða fyri ein príshækking, sum fær so álvarsligar avleiðingar, at nøkur vinnuvirki noyðast at steingja, er ein álvarslig avgerð, sum ein borgarstjóri má hugsa sera gjølliga um, leggur hon afturat.

SEV leggur upp til at hækka prísin 25 oyru, umframt mvg fyri hvørt kilowatt, men Kirstin Strøm Bech sigur, at kanska kann talan verða um eina millumloysn, so at prísurin ikki hækkar so nógv, sum SEV ætlar.