Kirstin er uppvaksin og býr í Vági. Hon er dóttir Poulu f. Midjord og Sjúrð Strøm, sála.
Fyrstu árini búði familjan í Toftum hjá Kal-ommuni og síðani við Kráir hjá abbanum. Tá Kirstin var 6 ára gomul, flutti familjan í egin hús í Toftum.
Í Toftum var gott at vera óviti. Har vóru nógv skemtilig fólk, ið vóru góð við óvitarnar og góvu sær stundir at tosa og skemta við teir. Í Toftum var eisini staðið har nógvir óvitar savnaðust og spældu. Og so var tað tónleikurin. Tú hoyrdi, tá fólk lurtaðu eftir tónleikasendingum. Onkunstaðni vóru fólk, ið sungu eina vísu ella trivu í eitt kvæði ella tóku ein »swingom«. Hjá okkum var nakað heilt serligt, tí pabba spældi uppá harmoniku so at siga hvørt kvøld. Tað man vera hetta, ið gjørdi, at tónleikurin er so týðandi partur í lívi tínum og okkara.
Kirstin tók HF-prógv og fór síðani á Læraraskúlan. Hon gjørdist lærari í 1981. Hon var lærari í Tórshavnar Kommunuskúla í eitt ár, síðani í Hvalba til hon fekk starv í Porkeris Skúla, har hon hevur arbeitt síðani. Hon er ein góður og nærlagdur lærari og luttekur ofta á skeiðum fyri at endurnýggja sína vitan.
Kirstini dámar væl at skemta sær og at dansa. Hon hevur í nógv ár gingið til dans. Eisini dugir hon væl til hendurnar og er ein sonn listakona. Mangt plaggið, manga smúkku og mangan trælut hevur hon evnað til og givið okkum. Gávumildni er eisini hennara eyðkenni.
Kirstin skrivaði søgu, tá hon gjørdist fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í Vági. At hon gjørdist politikari undrar okkum ikki. Tað hevur altíð verið tjakast um samfelagsmál í familjuni. Kirstin fekk í blóðið viljan og dirvið at stríðast fyri felagsskapin fyri tey veiku og fyri tey smáu. Hon er sera hjálpsom, er altíð til reiðar at hjálpa, tá onkur treingir til eina hjálpandi hond. Tá á stendur, er Kirstin rólig, hugsar seg væl um og tímir ikki at fáast við klandur. Hon er jalig og dugir at lurta eftir øðrum. Hetta eru allir góðir eginleikar og ein fyritreyt fyri at vera ein góður borgarstjóri.
Kirstin er gift við Hans Jacob Bech, og tey eiga sonin Kenneth.
Góða Kirstin. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á fimmti ára degnum og ynskja tær nógv góð ár í framtíðini. Vit takka tær fyri mangar hugnaligar og skemtiligar løtur, bæði heima og á uttanlandsferðum. Takk fyri tað, tú ert fyri okkum øll.
Systrarnar










