Kirstin Andreassen 80 ár

Í dag, hósdagin 2. september, verður Kirstin Andreassen í Havn 80 ár

Kirstin er havnarfólk. Her varð hon fødd, og her hevur hon búð so at siga alla sína tíð.
Foreldrini vóru Jóhanna og Jens Christian Guttesen. Hon var úr Skálavík, og hann var havnarmaður. Jens Christiani verður framvegis minstur fyri síni serligu evni at fáast við tónleik. Tey bæði fingu trettan børn. Av teimum komu ellivu undan, og við nútíðar eygum tykist tað heilt ófatuligt, at tað bar teimum til at búleikast í lítlu húsunum við Tinghúsvegin, har tað eisini ofta vóru gestir.
Tey ellivu systkini vóru: Jens, Maja, Óli Jógvan, Gunhild, Kirstin, Petur, Leivur, Brynhild, Erling, Ingrid og Gunnar. Jens, Óli Jógvan, Gunhild og Leivur eru farin. Hini búgva øll í Havnini uttan Erling, sum býr í Keypmannahavn.
Eftir at hon var liðug í skúlanum, arbeiddi Kirstin í bakarínum hjá Frants, hjá Hans Joensen og í Sápuhúsinum. Áðrenn hon giftist var hon eitt skifti í Keypmannahavn og tænti, og fyrst í seksti árunum arbeiddi hon í Radio El, sum William Sloan átti.
22. august í 1949 giftist Kirstin við Leivuri Andreassen ella Leivuri í Ullvøruhúsinum í Havnini. Fýra ár eftir, at tey bæði vóru gift, fluttu tey til Keypmannahavnar, sum Leivur sigldi út frá. Tey búðu niðri í trý ár. So fluttu tey aftur til Havnar. Fyrst búðu tey í raðhúsi í Jóannesar Paturssonargøtu, síðani fluttu tey í Ullvøruhúsið, har tey búðu í mong ár, og seinastu stóru fjórðings øldina hava tey búð uppi við Plantaguna - í Jústsgøtu.
Kirstin og Leivur eiga tvey børn - Maria og Jens, sum bæði búgva í Havnini og arbeiða á Landssjúkrahúsinum. Hon er sjúkrasystir, og hann er lækni. Barnabørnini eru átta, og Kirstin eigur tvey langommubørn.
Kirstin var í Ebenezerkórinum, frá tí hon var blaðung og inntil fyri einum tíggju árum síðani. Hon hevur góða og berandi rødd, og tað finnast fleiri upptøkur, eitt nú hjá Evangelisku Røddini, har Kirstin eigur solorøddina.
Kirstin hevur altíð verið stak fyrikomandi og smílandi. Hon hevur altíð havt gávurnar at seta kulør á, har hon hevur verið. Hon er framúr gestablíð, og hennara næstu bera henni, at tey høvdu ikki kunnað ímyndað sær eina betri ommu.
Føðingardagin er opið hús frá klokkan 10 og inntil klokkan 14 hjá Ebbu og Jensi í Javnagøtu.