Kirsten og Eivind í Smiðjuni

Um páskirnar og eftir páskir fara Kirsten Mørup Jeppesen og Eivindur í Gongini at sýna fram

Hálvi kvívíkingurin Kirsten M. Jeppesen letur í dag klokkan 14 upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Á Billedskolen í Danmark hevur hon samstarvað við Eivind í Gongini, ið hevur eggjað henni til at sýna fram í Føroyum.

Kirsten sigur, at hon hevur 30 oljumyndir við og at hon kemur hendaveg fyri at kenna tað, ið hevur verið ein partur av henni síðani barnaárini, tá hon javnan vitjaði í Kvívík, haðani mamma hennara er.

Kirsten M. Jeppesen býr í Kvívík, nú hon vitjar, og gleðir hon seg til at uppliva náttúruna.

Íblástur til myndir sínar fær hon úr náttúruni, fólkalívinum og hugsanum. Ikki altíð hvør sær. Í síðstuni hevur hon verið hugtikin av løgum. Tey mongu løg, ið verða løgd yvir okkara meiningar. Hesi løg hevur hon í myndum sínum roynt at tikið burt, men um tað er eydnast veit hon ikki. Kanka hevur hon bert lagt afturat.

Kirsten letur sína sýning upp í dag klokkan 14. Hon sýnir fram til flaggdagin, 25. apríl, klokkan 14, tí tá sleppur Eivindur í Gongini at sýna sínar myndir fram.

Eivindur arbeiðir við grafikki og tað er gamla Havnin, ið er myndevnið.

Bæði Kirsten og Eivindur hava opið frá klokkan 14 til 18 hvønn dag.