Kirsten Jacobsen deyð

Kirsten Jacobsen, sum sat í Fólkatinginum fyri Fremskridtpartiet og seinni Dansk Folkeparti, er deyð. Hon var 68 ára gomul.

Sum politikari legði Kirsten Jacobsen serliga dent á viðurskifti, har einstaklingurin var komin illa fyri - annaðhvørt orsakað av almennum skipanum ella framferðini hjá peningastovnum.

Hesin áhugi hennara umfataði eisini Føroyar, og hon var í Føroyum, tá fyrst bankamálið og seinni kjakið um skipamál og veðhald var upp á tað harðasta í nítiárunum.

Sum politikari legði Kirsten Jacobsen ikki fingrarnar ímillum, og tað gjørdi, at hon var væl umtókt millum veljararnar.