Kirsten Brix heiðrað

Kirsten Brix, lektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði fekk á ársaðalfundi hjá Yrkisfelagnum 25. januar handað árligu útbúgvingvarvirðislønina. Yrkisfelagið (YF) er fakfelagið fyri m.a. studentaskúlalærarar og handilsskúlalærarar.

Hetta er triðja árið, Yrkisfelagið handar Útbúgvingarvirðislønina. Stýrið letur á ársaðalfundi felagsins, útbúgvingarvirðisløn á 5.000 krónur. Virðislønin verður latin einstaklingum, bólkum, stovnum ella myndugleikum, ið hava gjørt átøk fyri miðnámsskúlaútbúgvingarnar í Føroyum.

Í grundgevingini fyri virðislønina verður m.a. víst til, at Kirsten Brix hevur verið virkin at gera tilfar og skipa fyri skeiðum, ið aðrir lærarar hava fingið nógv burturúr. Eisini hevur viðkomandi saman við øðrum skipað og útgivið bøkur til undirvísing í føroyskum á miðnámskúlastigi.

Kirsten Brix er rithøvundur, týðari og lektari í týskum, donskum og føroyskum. Hevur verið í føstum starvi á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði síðani 1975. Vardi í 2002 á Fróðskaparsetri Føroya Ph.D.-ritgerðina Dialog i Babelstårnet um prosuskaldskapin eftir Regin í Líð.

Mynd: Kári Jespersen, formaður fyri YF, handar Kirsten Brix útbúgvingarvirðislønina 2013.