Kirsten er fødd í Give og vaksin upp í Grindsted og Give í Jyllandi. Eftir lokið studentsprógv las hon mál á Lærda Háskúlanum í Århus og tók prógv sum cand. mag. við týskum sum høvuðsgrein og donskum sum hjágrein. Hon varð sett í fast starv á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í 1975. Hon hevur virkað á hesum skúla síðani og hevur sostatt í ár 32 ár á baki sum lektari har.
Kirsten fekk tíðliga áhuga fyri føroyskum máli og bókmentum og fór í áttatiárunum í farnu øld undir at útbúgva seg í føroyskum. Hon tók prógv í føroyskum máli og bókmentum og legði sostatt eina lærugrein aftrat virkinum sum lektari í týskum og donskum. Hon fór í 1999 undir at lesa føroyskt á universitetsstigi og vardi trý ár seinni, í 2002, á Fróðskaparsetri Føroya Ph.D.-ritgerðina Dialog i Babelstårnet um prosaskaldskapin hjá Regini í Líð.
Umframt at undirvísa á Studentaskúlanum, og í tíðarskeiðum á Føroya Læraraskúla og á Fróðskaparsetri Føroya, hevur Kirsten almannakunngjørt greinir og ritgerðir um serliga føroyskar bókmentir. Hesir tekstir eru at finna í m.a. Varðanum, Fróðskaparriti og Frøði, umframt í útlendskum ritum. Hon hevur lagt til rættis bókina Glámlýsi, 2003, við søgum eftir Regin í Líð og (saman við Heðini M. Klein og Bergljót av Skarði) Frostrósuna, 1987 og (saman við Svannu Hanusardóttur) stuttsøgusavnið Slóðir, 1992, sum seinni er uppafturprentað í fleiri nýggjum uppløgum.
Kirsten hevur umsett føroyskar bókmentir til danskt og týskar og svenskar klassikarar til føroyskt. Nevnd kunnu vera verk sum Dómarin og bøðil hansara, 1992, eftir Friedrich Dürrenmatt, Glas lækni, 1994, eftir Hjalmar Söderberg, Pilgrimme, 2003, eftir Hanus Kamban og Blid er den færøske sommernat, 1991, tann fyrsta krimiskaldsøgan eftir Jógvan Isaksen. Hennara størsta týðingarverk var bókin J.H.O. Djurhuus – en litterær biografi, sum kom út á Odense (Syddansk) Universitetsforlag í 2001. Henda týðing fekk sera góða umrøðu í Danmark. Kirsten hevur eisini týtt og lagt til rættis antologiina En vandhistorie og andre færøske fortællinger, sum kom út hjá forlagnum Vindrose í 1994.
Kirsten var limur í javnstøðunevndini 1994-2002 og í Mentanargrunni Landsins 2002-2004. Hon er gift við rithøvundinum Hanusi Kamban. Tey hava tveir synir.
Kirsten er burturstødd á føðingardegnum.